

Endurlýsing: Fíggjarleiðari til Fuglafjarðar kommunu
Vilt tú verða við til at mynda leiðsluna í Fuglafjarðar kommunu?
Fuglafjarðar kommuna skal hava nýggjan fíggjarleiðara. Talan er um eitt fjølbroytt starv, sum krevur at tú hevur góð analytisk evni og gott skil fyri fíggjarstýring.
Um starvið
- Vit kunnu bjóða tær eitt gott og spennandi starv við fakligum avbjóðingum og menning
- Fíggjarleiðarin hevur yvirskipaðu fakligu og starvsfólkaligu ábyrgdina av fíggjardeildini
- Fíggjarleiðarin hevur, í neyvum samstarvi við kommunustjóran og hinar leiðararnar í umsitingini, ábyrgd av fíggjarligum ráðleggingum og greiningum, rættaðar ímóti avgerðum hjá leiðsluni og politisku skipanini
- Sum fíggjarleiðari ert tú lyklapersónurin sum tryggjar, at fíggjarliga grundarlagið fyri strategiskum avgerðum er væl lýst, og at avgerðir kunnu takast á haldgóðum grundarlagi
- Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av journalini og móttøkuni hjá Fuglafjarðar kommunu
Fíggjarleiðarin vísur til kommunustjóran og er partur av leiðslutoyminum hjá kommununi saman við leiðarunum fyri Teknisku deild, Mentanardeildina og Sosialu deild. Umframt at skipa tað dagliga arbeiðið á Fíggjardeildini, skal fíggjarleiðarin saman við 4 dugnaligum starvsfólkum tryggja, at mannagongdir verða fylgdar og at bókhald, fíggjar- og lønarviðurskifti verða røkt soleiðis, at tað til eina og hvørja tíð gevur eina greiða lýsing av fíggjarstøðuni hjá kommununi.
Fakligir førleikar
- Viðkomandi hægri útbúgving innan roknskap, bókhald og fíggjarstýring
- Viðkomandi leiðsluroyndir og leiðsluvitan
- Dugir fíggjarliga handverkið innan kommunala og/ella almenna geiran
- Góðan telduførleika og hollar royndir í at arbeiða við Navision og journalskipan
Leiðsluførleikar
- Sterkur og loyalur leiðari við góðum evnum at leiða
- Dugir at leiða saman við borgarstjóranum, kommunustjóra og deildarleiðarum
- Strategiskt og fíggjarligt skilvísi
- Dugir at ráðgeva fíggjarliga skynsamt í mun íløgur og rakstur
- Hevur áhuga í, og sær týdningin av, at halda tíðarfreistir og evstumørk
Persónligir førleikar
- Ert menniskjanslig/ur, sosial/ur og hevur góðan løtuans
- Góð samstarvsevni og vísir øðrum álit og virðing
- Dugir væl at samskifta við starvsfólk, politikarar og aðrar lyklapersónar
- Ert framsíggin, virksifús/ur og týðiliga áhugað/ur
Upplýsingar um starvið
Miðað verður eftir, at starvið kann verða sett frá 1. mai 2025, ella skjótast tilber. Starvið sum fíggjarleiðari verður lønt sambært sáttmala millum KAF og BLF, AKF ella Starvsfelagið.
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú seta seg í samband við Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóra á teldubústaðnum joaniserik@fuglafjordur.fo ella á fartlf. 238002.
Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndir skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. mars kl. 12.00. Setanarsamrøður verða eftir ætlan mikudagin 26. mars.


