Sunda kommuna
Sunda kommuna
Sunda kommuna

Endurlýsing - Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu

Sunda kommuna søkir eftir leiðara til dagstovnin í Hvalvík og frítíðarskúlan í Streymnesi at byrja 1. september ella skjótast til ber. Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Leiðarin er starvssettur hjá Sunda kommunu við arbeiðsstaði í dagstovninum við Kráir og í frítíðarskúlanum við Margáir.

Um dagstovnin við Kráir og frítíðarskúlan við Margáir

Dagstovnurin við Kráir hevur tvær vøggustovur og tvær barnagarðsstovur. Dagstovnurin hevur stóran garð og í nærumhvørvinum er millum annað ein á, fótbóltsvøllur og eitt fríøki. Í løtuni eru 30 børn á dagstovninum.

Frítíðarskúlin er fyri børn í aldrinum 5 til 10 ár, og tey kunnu verða í frítíðarskúlanum upp til og við 3. flokk. Uppgávan hjá frítíðarskúlanum er at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi, saman við góðum starvsfólki. Frítíðarskúlin liggur í góðum umhvørvi við innan- og uttandura fótbóltsvølli, við eina á og annars í einum góðum uttandura umhvørvi. Í løtuni eru 45 børn í frítíðarskúlanum.

Vit bjóða

Eitt áhugavert starv, har tíð er sett av til fyrireiking. Tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi og seta tín dám á dagstovnin og frítíðarskúlan. Saman við dugnaligum starvsfólki, ert tú við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvið á dagstovninum og í frítíðarskúlanum.

Vit ynskja at tú

Hevur leiðsluroyndir, kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd. At tú hevur góð evni at umstilla teg í einum broytiligum umhvørvi, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfólki. At tú hevur áræðið og evni at skapa ein fjølbroyttan, litríkan og tryggan gerandisdag, og at tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfólk, foreldur og kommunu.

Tað er ein treyt at tú hevur eina námsfrøðiliga útbúgving.

Setanarviðurskiftir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 4 í Barnaváttanarlógini hevur Sunda kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starvið.

Umsókn

Skrivlig umsókn, saman við møguligum viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Sunda kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 13. august 2024 kl. 16:00, og skal sendast til [email protected].

Nærri kunning

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Erland Berg Danielsen, kommunustjóra, á telefon 297205.

Lýsing er stovnað30. juli 2024
Umsóknarfreist14. august 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Hvalvík, Føroyar
Streymnes, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki