

Ver andlitið, sum tryggjar eitt gott og trygt kvøld!
Duravørður til Glitnir / Irish Pub
Hevur tú hegni fyri samskifti, ert trygg/ur í tíni atferð og dámar at arbeiða millum fólk? So er hetta møguleikin at gerast partur av okkara hugnaliga og livandi arbeiðstoymi á Glitnir og Irish Pub!
Vit sóknast eftir einum duravørði, sum kann taka avloysaravaktir, og í onkrum førum eisini føst vikuskiftisvaktir.
Tínar uppgávur:
- Halda eyga við og tryggja friðarligar karmar í hurðini
- Heilsa uppá gestir og hjálpa við trivnað og trygd
- Halda eyga við, at reglar og mannagongdir verða hildnar
- Luttaka í góðum samstarvi við restini av starvsfólkatoyminum
Vit bjóða:
- Eitt arbeiðspláss við góðum felagsskapi og einum positivum og tryggum umhvørvi
- Upplæring, so tú kennir teg tryggan at fara til arbeiðis
- Eitt fjølbroytt og virkið arbeiðspláss, har tú møtir nógvum fólki
Vit vænta, at tú:
- Ert álítandi og hevur gott yvirlit, eisini tá nógv er at gera
- Dúgir at samskifta vinarliga og greiðliga
- Hevur ella er fús/ur at taka skeið í fyrstuhjálp og brannskeið (vit tosa nærri um hetta)
- Trívist við kvøld- og vikuskiftisarbeiði
Soleiðis søkir tú: Send eina umsókn til gurli@irishpub.fo ella søk umvegis Alfred.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær – og kanska síggjast vit skjótt í hurðini! 🍀
Lýsing er stovnað27. March 2025
Umsóknarfreist27. April 2025
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Gr. Kambansgøta 13
Starvsslag
Førleikar
Arbeiði undir trýstiBarrtænasturKundatænastaTolsemi
Egnað til
Starvsgreinar
Starvsmerki