Roðin
Roðin
Roðin

Deildarleiðari til útiøkið í Demenstænastuni hjá Roðanum

Roðin arbeiðir miðvíst við at menna Demenstænastuna, sum er tænastan til tey við demens, sum búgva heima (útiøkið) og til tey sum búgva á røktarheimi. Økið er raðfest, sum ein týðandi partur av heildartænastuni í Roðanum og stig eru tikin til at betra bæði fakligu karmarnar og tænasturnar.

Í hesum sambandi er Roðin farin undir eina nýskipan av Demenstænastuni. Endamálið er at styrkja og menna dygdina í tænastuni. Nýskipanin umfatar eina yvirskipaða leiðslu fyri alla Demenstænastuna og tvær deildarleiðslur – eina við ábyrgd av tænastunum til heimabúgvandi (útiøkið) og eina við ábyrgd av tænastunum inni á røktarheimum.

Tað verður atbeitt eftir ástøðinum hjá Tom Kitwood, ið leggur dent á persónmiðsavnandi røkt og umsorgan. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst eftir yvirskipaðu málunum hjá Roðanum, sjá heimasíðu https://rodin.fo/um-okkum

Um starvið

Demenstænastan til útiøkið fevnir um Dagtilboðið á Skála, sum er eitt serligt tilboð til fólk við demens, umframt kommunalar demenssamskiparar, ið veita tænastu og stuðul til borgarar við demens og teirra avvarðandi í heiminum.

Somuleiðis fevnir tað um at hava ábyrgd fyri flutningstænastuni hjá Roðanum, ið skipar koyringina til tey ymisku tilboðini hjá Roðanum.

Roðin leitar eftir einum deildarleiðara at standa á odda fyri hesi týðandi og mennandi tænastu. Vit leita eftir einum leiðara, sum brennur fyri at skapa trygd, virðing og dygd í tilboðnum og tænastuni til fólk við demens, og sum dugir at leiða starvsfólk við innliving og fakligum hegni.

Sum deildarleiðari hevur tú:

  • Fakliga,-og starvsfólkaleiðslu fyri bæði dagtilboðið, koyritænastuni og kommunalum demenssamskiparum.
  • Ábyrgd av at menna og tryggja eina dygdargóða tænastu við støði í tørvinum og lívssøguni hjá borgarunum.
  • Tætt samstarv við avvarðandi, leiðslu og onnur fakfólk innan eldraøkið.
  • Luttøku í strategiskari menning av demenstænastuni í Roðanum.

Vit vænta, at tú:

  • Ert útbúgvin og hevur góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Hevur royndir innan demensøkið og helst innan leiðslu. Útbúgving innan demens, kann verða ein fyrimunur
  • Dugir væl at samskifta og samstarva tvørfakligt
  • Hevur leiðsluligan áhuga og áræði at taka ábyrgd
  • Vilt vera við til at skapa ein góðan gerandisdag fyri fólk við demens
  • Arbeiðir og mennir tænasturnar víðari, útfrá yviskipaðu málum hjá Roðanum, umframt útfrá virðisgrundarlagnum á Dagtilboðnum á Skála.

Vit bjóða:

  • Eitt áhugavert og meiningsfult starv í einum týdningarmiklum starvsøki
  • Góðar samstarvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi
  • Møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
  • Góða innleiðslu og upplæring, fyri at fáa trygga og góða byrjan

Setanarviðurskifti
Starvið verður at seta 1. august 2025 og lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita
Um tú hevur spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Unn Justinussen, leiðara fyri Demenstænastuni tlf 290213 ella við telduposti unnj@rodin.fo

Umsókn

Umsókn saman við lívsrensli og prógvum verður at senda til rodin@rodin.fo. Umsóknarfreistin er 20. juni 2025.

Lýsing er stovnað6. June 2025
Umsóknarfreist20. June 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
1 Friðartún, Runavík 620, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki