Umhvørvisstovan
Umhvørvisstovan
Umhvørvisstovan

Deildarleiðari til Umhvørvisstovuna

Umhvørvisstovan søkir eftir dugnaligum og framskygdum deildarleiðara at standa á odda fyri ognar- og persónsskrásetingum.

Ognarskrásetingar fevna um málsøkini matrikulering og tinglýsing.

Persónsskrásetingar fevna um skrásetingar í landsfólkayvirlitinum, navnamál og vápnaskránna.

Arbeiðsøkini røkja grundleggjandi og týðandi samfelagsuppgávur innan skráseting og fyrisiting av upplýsingum um ognir, rættindi og persónar. Uppgávurnar hava grundleggjandi týdning fyri samfelagið og tí eru serliga høg krøv til fakliga dygd, rættartrygd og álítandi skrásetingar.

Tinglýsingin fyrisitur tingbókina umframt akfarsbókina og persónbókina, og skrásetur og almannakunnger rættindi lýst á fastognum, akførum og leysafæi. Landsfólkayvirlitið umsitur grundleggjandi persónsupplýsingar, millum annað persónstøl og bústaðarskrásetingar. Umhvørvisstovan umsitur eisini navnamál og vápnaskránna. Matrikul umsitur matrikulmál og tekur sær m.a. av sundurbýti, samanlegging og marknaseting, útskifting og tryggjar, at matrikulin er dagførdur og rættur.

Deildin verður skipað við einari felags leiðslu fyri hesi arbeiðsøki. Ein týðandi partur av virkseminum komandi árini er talgilding og nýhugsan av málsviðgerð. Sum deildarleiðari fært tú ein høvuðsleiklut í at seta kós fyri menning av ognar- og persónsskrásetingum.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Vit vænta, at tú sum deildarleiðari hevur førleika og áræði til at:

  • leiða og menna arbeiðsøkið og skapa greiðar karmar um arbeiðið
  • tryggja fakliga dygd, rættartrygd og munagóða fyrisiting
  • saman við øðrum at taka stig til og standa á odda fyri stigvísari talgilding og menning av arbeiðsgongdum

Vit ynskja ein savnandi og framskygdan leiðara, sum megnar at skapa góðar og mennandi arbeiðsumstøður. Ein týðandi partur av starvinum verður at menna samstarvið millum arbeiðsøkini, skapa eina felags kós og tryggja, at førleikar og tilfeingi verða gagnnýtt best møguligt tvørtur um arbeiðsøkini.

Starvsfólkaleiðsla er natúrliga ein partur av starvsinnihaldinum, eins og leiðsla á strategiskum stigi sum partur av leiðslubólkinum á Umhvørvisstovuni. 

Ein týðandi partur av starvinum verður at síggja fakøkini í einum størri høpi og skapa góðar fortreytir fyri samstarvi, vitanardeiling og felags menning. Samstundis er umráðandi at varðveita og menna ta fakligu serfrøðina á hvørjum einstøkum arbeiðsøki.

Krøv til útbúgving og førleikar

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi hægri útbúgving, góða løgfrøðiliga fatan og viðkomandi leiðsluførleikar. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við verkætlanar- og broytingarleiðslu.

Tað er umráðandi, at tú í umsóknini lýsir tínar fakligu førleikar og royndir og greiðir frá, hvussu tú sært teg kunna vera við til at leiða skráseting av fastogn og víðarimenningina av arbeiðnum at talgilda málsgongdir innan arbeiðsøkini. Harafturat vilja vit fegin hoyra um tínar leiðsluroyndir og tínar hugsjónir um góða leiðslu og eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Lýsing er stovnað20. november 2026
Umsóknarfreist13. desember 2026
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
38 Traðagøta, Argir 165, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki