
Umhvørvisstovan
Umhvørvisstovan fevnir um virkisøkini umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og elveitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, land- og sjókort, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit. Umhvørvisstovan virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning við at verja vistskipanir, røkja náttúrutilfeingið og gera rættarbundnar staðfestingar.

Dátufólk til náttúru- og umhvørvisvernd
Sum liður í at byggja upp eina vælvirkandi náttúrufyrisiting er neyðugt at uppbyggja og viðlíkahalda eina dátuskipan til skráseting av dátum, sum finnast, og nýggjar dátur, sum verða innsavnaðar. Talan er um sonevnda metadátubasu, sum vísir hvørjar dátur eru tøkar og viðkomandi upplýsingar um hesar dátur. Umhvørvisstovan søkir tí eftir dátufólki. Talan er um eitt nýtt, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv innan náttúru- og umhvørvisøkið.
Útbúgving og almenn krøv
Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving.
Tú hevur royndir í at menna og arbeiða við dátugrunnum, og at viðgera og greina dátur.
Kunnleiki og royndir við GIS skipanum eru fyrimunir
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
at menna og skipa ein metadátugrunn saman við øðrum starvsfólkum innan náttúru- og umhvørvisøkið og innan kunningartøkni
at luttaka í fyrireiking og uppbygging av einari dátugoymslu til náttúru- og umhvørvisdátur
Lýsing er stovnað17. mai 2023
Umsóknarfreist15. juni 2023
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Traðagøta 38, Argir
Starvsslag
Førleikar
Arbeiði sjálvstøðugtArbeiði undir trýstiErligheitFramsøkinNeyvleikiNærlagni
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki