

Dagligur leiðari
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin søkir eftir einum framsøknum leiðara/ málsviðgera til hetta starvið. Evsta markið fyri at lata umsóknir inn er hin
01. desember 2023, og ætlanin er, at viðkomandi, ið settur verður, byrjar í starvinum hin 15. desember 2023.
Hetta snýr seg um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Uppgávurnar hjá Barnaverndartænastuni fevna m.a. um at menna tænastu, málsviðgerð, kanningar og samrøður við bæði børn og vaksin. Ein partur av virkseminum er eisini at tryggja, at børn, sum vaksa upp undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis – fyri at hesi kunnu hjálpast til ein tryggan uppvøkstur.
MEGINUPPGÁVURNAR Í STARVINUM ERU:
-
at hava leiðsluligu og fakligu ábyrgdina av Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin, soleiðis, at hendan til eina og hvørja tíð verður dagførd og virkar í tráð við galdandi lógir og reglur.
-
at virka sum leiðari hálva tíð og málsviðgeri hálva tíð.
-
at luttaka á leiðarafundum á Barnaverndarstovuni og øðrum viðkomandi fundum við samstarvsfeløgum.
-
at hava ábyrgd av fakligu menningini í Barnaverndartænastuni.
-
at hava ábyrgd fyri trivnaðinum í Barnaverndartænastuni.
-
at hava fíggjarliga ábyrgd av játtanini hjá Barnaverndartænastuni.
-
at ganga á odda, fylgja við og kunna seg um ta menning, sum fer fram á økinum.
-
at hava ábyrgd av, at tilmælir til Barnaverndarnevndina eru fakliga væl undirbygd.
-
at hava ábyrgd av at Barnaverndarlógin, Fyrisitingarlógin v.m. verða fylgdar.
-
at hava ábyrgd av SSP-samstarvinum.
-
at hava ábyrgd av tvørfakliga samstarvinum.
-
at hava ábyrgd av hagtalsskipanini.
VIT VÆNTA, AT UMSØKJARIN HEVUR:
-
viðkomandi útbúgving(ar) og arbeiðsroyndir, sum eru viðkomandi í mun til barnaverndarøkið.
-
góð samstarvsevni, er fleksibul og ikki minst eigur samstarvsvilja í sær.
-
virðing fyri og vilja til at samstarva við politisku skipanina.
-
í sær evnini at vera ábyrgdarfullur, miðvísur og kann arbeiða sjálvstøðugt evnini at vera positivur og førleikan at síggja, finna og fremja skilagóðar loysnir.
SETANARVIÐURSKIFTI:
Starvið verður lønt sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.
BVS tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum, og um neyðugt at lýsa starvið av nýggjum.