Búskaparfrøðingur
Ert tú búskaparfrøðingur og kundi hugsað tær at arbeitt við spennandi uppgávum á Tryggingareftirlitinum?
Tryggingareftirlitið, ið er ein partur av Vinnustovninum, hevur eftirlit við tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum eftir tryggingarlógini, umframt annað uttanhýsis eftirlitsvirksemi sambært serligari lóggávu.
Vit bjóða
Vit kunnu bjóða eitt spennandi, fjøltáttað starv við avbjóðandi uppgávum av stórum týdningi fyri vinnu og borgarar.
Tú kemur at hava eftirlit við, at tryggingarfeløgini lúka krøvini í lóggávuni um solvens, roknskap og leiðslu. Í eftirlitsarbeiðinum kemur tú at gera ávísar greiningar og hagtøl, eins og tú kemur at luttaka í støðugari menning av økinum.
Starvið er fakliga og persónliga mennandi. Vit leggja dent á at bjóða starvsfólkum okkara viðkomandi eftirútbúgving.
Tú fært møguleika fyri at ávirka tínar arbeiðsuppgávur og fært innlit í tryggingarliga partin av fíggjargeiranum.
Somuleiðis fært tú møguleika til, eftir tørvi, at loysa aðrar uppgávur á Vinnustovninum.
Førleikakrøv
Tú hevur:
- Viðkomandi búskaparliga kandidatútbúgving, t.d. cand.polit., cand.oecon ella cand.merc. í búskapi, fígging, roknskapi ella grannskoðan
- góð analytisk og støddfrøðilig evni, skil á heildini og samstundis ans fyri smálutum
- góð samstarvsevni, tekur ábyrgd, ert røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- hug og áræði til javnan at seta teg inn í nýggj viðurskifti
- góð evni at samskifta í skrift og talu
- viðkomandi arbeiðsroyndir, m.a. innan fíggjargeiran, er ein fyrimunur
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Starvið verður at seta skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Setanin fevnir um Uttanríkis- og vinnumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Upplýsingar og umsókn
Tú kanst fáa meira at vita um Tryggingareftirlitið á www.tryggingareftirlitid.fo.
Ynskir tú nærri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Thomsen, stjóra, á tlf. 556021, teldupost: jt@vs.fo ella Gudmundur E. Nónstein, ráðgeva, á tlf. 503456, teldupost: gn@tryggingareftirlitid.fo.
Umsókn við prógvi, CV og møguligum viðmælum skal sendast til:
Tryggingareftirlitið
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
ella sum teldupostur til:
tryggingareftirlitid@tryggingareftirlitid.fo
og vera stovninum í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. januar 2025, kl. 12.00.
Í sambandi við setanina skal revsiváttan vísast fram.