

Brennir tú fyri ferðavinnumenning?
Visit Tórshavn leitar eftir einum framsøknum fólki, ið brennur fyri at finna tær góðu loysnirnar innanferðavinnumenning í Tórshavnar kommunu.
Høvuðsuppgávan verður at finna loysnir á núverandi og komandi avbjóðingum, í tøttum samstarvivið ymiskar áhugapartar. Hetta setur krøv til, at tú hevur góðar samstarvsførleikar. Starvið gevur tærmøguleika at arbeiða við ferðavinnumenning á ymiskan hátt, og inniber at skipa fyri spennandi átøkum so sum Closed For Maintenance, Nýskapan í Ferðavinnuni, og at taka stig til førleikamennandi tiltøk. Hetta verður gjørt í samstarvi við m.a. Hugskotið, Tórshavnar kommunu,Visit Faroe Islands, og viðkomandi aktørar annars.
Starvið inniber m.a.:
- At útinna samtykta ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu
- Framhaldandi at menna ferðavinnuna í kommununi
- Samskipan av átøkum, tiltøkum og tilfari (t.d. skelting)
- Breitt samstarv við ferðavinnu, bøndur, borgarar, kommunu v.fl.
- Samskifti, bæði innanlands og altjóða
- At arbeiða við ES-verkætlanum um menning av burðardyggari ferðavinnu
Tí vænta vit, at tú hevur viðkomandi royndir og/ella útbúgving innan viðkomandi øki á bachelor ella kandidatstigi.
Av tí at tú dagliga hevur nógv samskifti við ymisk fólk, er tað av stórum týdningi, at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta bæði í skrift og í talu.
Vit leita eftir tær, sum:
- Hevur førleikar at arbeiða bæði langskygt og við bráðfeingis avbjóðingum
- Tosar og skrivar flótandi føroyskt og enskt
- Er framsøkin, kreativ/ur og hevur tænastulyndi
- Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn
- Hevur áhuga fyri burðardyggari ferðavinnumenning
- Er málrættað/ur og megnar at samstarva við fólk við nógvum ymiskum bakgrundum
- Hevur góð samstarvsevni og eitt jaligt lyndi
Vit bjóða
- Eitt spennandi og avbjóðandi fulltíðarstarv við nógvum samskifti, á høgum fakligum støði
- Eitt fjølbroytt starv, har tú fært umstøður fyri fakligari menning í tøttum samstarvi við stjóran og starvsfelagar
Arbeiðsstaðurin er hjá Visit Tórshavn í Steinatúni.
Løn- og setanartreytir
Sambært avtalu.

