Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna
Runavíkar Kommuna

Bókavørður til Bókasavnið við Løkin

Starv sum bókavørður er leyst at søkja á Bókasavninum við Løkin at byrja skjótast til ber. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna.

Vit kunnu bjóða tær eitt áhugavert og fjøltáttað starv á einum livandi bókasavni í menning í Runavíkar kommunu. Sum bókavørður verður møguleiki fyri at hava ávirkan á á hvønn hátt bókasavnið skal búnast og mennast, umframt at ein leiklutur verður at vera við til skipa fyri øðrum mentanarligum tiltøkum í kommununi.

Starvið sum bókavørður er fjølbroytt og fevnir um allar vanligar bókavarðauppgávur, ma.:

-At hava um hendi bílegging og skráseting av bókasavnstilfari

-At luttaka í vaktarskipanini á bókasavninum

-At miðla tilfar og tilboð bókasavnsins á ymiskum pallum, ma. á heimasíðu okkara.

-At skipa fyri tiltøkum, sum vekja áhuga fyri bókmentum, list og mentan, eisini í samstarvi við aðrar aktørar í kommununi

-At veita bókasavnsfakliga ráðgeving til bókasøvn í øðrum kommunum sambært avtalu.

Arbeitt verður í vaktum, og fevnir arbeiði eisini um nakað av kvøldararbeiði, umframt ávísar leygar- og sunnudagar. Umframt vaktir á Bókasavninum við Løkin, kann nakað av ferðing væntast til bókasøvn í samstarvskommunum kring landið

Førleikakrøv oa.

Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður, so sum cand.scient.bibl., bibliotekar DB ella onnur bókasavnsfaklig útbúgving.

Persónligir eginleikar

Umráðandi er, at umsøkjarin hevur bæði fakliga og menniskjaliga góðar eginleikar. Viðkomandi skal vera fyrikomandi og hava góðan tænastuhugburð, kunna arbeiða sjálvstøðugt og kunna virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og samstarvsfelagar. Eisini skal umsøkjarin duga væl at samskifta, hava hegni innan miðlan og evna at laga seg til skiftandi umstøður.

Setanarviðurskifti

Starvið er fulltíðarstarv – 39 tímar um vikuna, og verður sett eftir sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag.

Vilt tú vita meira

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Oyvør Dam Jacobsen, bókasavnsleiðara oyvor@runavik.fo ella við at ringja á telefon 590779

Umsóknin skal, saman við prógvum, cv og viðmælum vera Runavíkar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27. desember kl. 12.00


Bókasavnið við Løkin liggur í Runavíkar kommunuskúla, og er skúla- og alment fólkabókasavn. Harumframt er mentanarhúsið Løkshøll í sama bygningi, umframt musikkskúla- og kvøldskúlavirksemi. Bókasavnið er tí mítt í einum livandi og spennandi umhvørvi sum leggur upp til góð samtørv. Høvuðsendamálið hjá bókasavninum er at veita fría og ókeypis atgongd til upplýsing, lærdóm og mentan til øll.

Lýsing er stovnað4. December 2024
Umsóknarfreist27. December 2024
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
Runavík, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki