

Blív partur av Gist & Vist – Send eina sjálvbodna umsókn!
Droymur tú um eitt starv, har tú veruliga gert mun? Hjá Gist & Vist bjóða vit ikki bara starvsmøguleikar – vit bjóða tær at gerast ein týdningarmikil partur av eini fyritøku, ið brennir fyri at menna føroyska matmentan og tænastuvinnu. Við okkara breiða virksemi, sum fevnir um hotell, matstovur, kaféir og spa, hava vit nógv ymisk størv, ið kunnu samsvara við júst tíni áhugamál og tínir førleikar.
Hvat er tín dreymur?
Ein kokkur, ið elskar nýggjar smakkir? Ein tænari, sum livir fyri at veita góða tænastu? Ella kanska eitt reingerðarstarv, har tú ert við til at tryggja reinleika og góðsku? Ella arbeiði á skrivstovu, í eini móttøku, ella í einum spa? Vit vilja fegin hoyra frá tær! Greið okkum frá tínum ynskjum – bæði í mun til starv, arbeiðstímar og hvar í okkara fyritøku, tú ynskir at arbeiða.
Vit gera tað einfalt
Tað snýr seg ikki um at bíða eftir tí rætta starvinum – tað snýr seg um at geva tær møguleikan at vísa tíni evni. Við at senda okkum eina sjálvbodna umsókn gevur tú okkum møguleikan at hava tína umsókn og títt CV í okkara skipan í eitt ár. Vit venda altíð aftur til tín – bæði um vit hava ein møguleika til tín nú, ella møguliga seinni.
Hví velja Gist & Vist?
Tí vit trúgva uppá menniskju. Vit seta starvsfólkini fremst og skapa eitt umhvørvi, har tú kanst mennast, kenna teg virdan og blíva partur av onkrum heilt serstøkum. At arbeiða hjá okkum er meira enn bara eitt starv – tað er ein uppliving, ið skapar stoltleika.
Tínir dreymar kunnu byrja við einari sjálvbodnari umsókn. Vit gleða okkum at hoyra frá tær!








