

Bilsmiður til mekaniska verkstaðið
VIT TVÍFALDA ÚRVALIÐ AV BILMERKJUM
Og tí leita vit eftir bilsmiði til okkara mekaniska verkstað.
Vilt tú gerast partur av einum arbeiðsplássi í spennandi menning, og at verða við til at seta tín dám á okkara verkstað? So er tað møguliga tær vit leita eftir.
Vit søkja eftir dugnaligum og nærløgdum bilsmiði, við áhuga í at arbeiða og mennast innan nýggjastu tøknina. Tínar arbeiðsuppgávur eru millum annað vanligt viðlíkahald og eftirlit, mekaniskar umvælingar, feilfinnan/diagnostisering, umframt aðrar tøkniligar avbjóðingar.
Vit vænta, at tú hevur útbúgving sum bilsmiður, og enn betri, um tú eisini hevur góðar royndir. Somuleiðis vænta vit, at tú ert álítandi, røkin, hevur gott sjálvstøðugt handalag, tekniskt tev og dugir væl at samstarva og samskifta við onnur.
Føroyskt
Enskt
Danskt