

Barnaundirhaldari til Norrönu
Dugir tú at fáa børn at flenna, dansa og gloyma tíð og stað? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Í summar skalt tú – saman við einum royndum barnaundirhaldara – gera túrin hjá børnunum umborð á Norrönu til eitt ævintýr. Andlitsmáling, skattaveiða, søgur, dansur – bara hugflogið setir mørk.
Vit ímynda okkum, at tú:
• Elskar at fáa børn at smíla og flenna
• Torir at standa á palli – eisini í búna
• Dugir føroyskt og enskt
Er tú klár/-ur til eitt summar við spølum og søgum, sum børnini fara at minnast leingi?
Vit bjóða
Eitt spennandi arbeiðspláss, har stórur dentur verður lagdur á hugna og samanhald. Samstundis er møguleiki at menna seg og at uppliva lívið umborð á einum ferðamannaskipi í altjóða umhvørvi.
Setanarviðurskifti
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri handilsskip.
Talan er um tíðaravmarkað starv, frá 29. juni 2025 til 17. august 2025. Tit verða tveir barnaundirhaldarar, og tú fer at hjálpa viðkomandi, sum hevur høvuðsábyrgdina.
Freist at søkja
Freistin at søkja er 27. apríl 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Randi Nolsøe á receptionmanager@norrona.fo ella á tel. 344845.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavinum, Norröna. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes og rekur farmaskipið Lista. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

