Arkitektur
Søkt verður eftir arkitekti til Bygningadeildina á Tjóðsavninum at byrja 1. januar 2025.
Eftirlit við friðaðum bygningum, málsviðgerð, skráseting og bygningssøguligar kanningar, eftirlit við og ráðgeving í sambandi við røkt og umvæling av friðaðum og varðveitingarverdum bygningum eins og ráðgeving í sambandi við bygningar stovnsins.
Umsiting av verkætlanum hjá Tjóðsavninum og samstarv við aðrar deildir á Tjóðsavninum, eitt nú í sambandi við framsýningar ella tvørfakligar verkætlanir.
Harumframt umfatar arbeiðið skráseting og flokking av bygningum og bygningslutum, tekniska uppmáting í sambandi við skráseting og umvæling av bygningum, innsavnan av frágreiðingum um bygningar og rannsóknir, bygningaskrá, frágreiðingar í sambandi við bygningarannsóknir, røkt av tekningararkivi og goymslu við bygningstilfari.
· Kandidatútbúgving sum restaureringsarkitektur ella arkitektur
· Antikvariskan áhuga ella royndir
· Góðar málsligar førleikar
· Tøknikunnleika
· Sjálvstøðug/ur, arbeiðssom/samur, fyrikomandi og góð samstarvsevni
· Koyrikort
Talan er um eitt fjølbroytt starv við spennandi avbjóðingum, sum eru fakliga gevandi, og har ein fær høvi at vitja nógv ymisk støð í landinum.
Lønar- og setanartreytir eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Starvsstaðurin er í Hoyvík, men tann ið sett/ur verður, má vera til reiðar at ferðast kring landið í kanningar- og eftirlitsuppgávum stovnsins vegna.
Umsóknir, CV og tilvísingar saman við avritum av prógvum og viðkomandi skjølum skulu latast inn gjøgnum skipanina Alfred.
Umsóknarfreistin er mánadagin 18. november.
Bygningadeild Tjóðsavnsins er antikvarisk umsiting viðvíkjandi bygningum, har ábyrgdarøkið, umframt at hava eftirlit við friðaðum bygningum, eisini er at savna inn, skráseta, varðveita, granska og miðla føroyskan byggisið gjøgnum tíðina.