Arbeiðsformaður til Føroya Bjór
Vilt tú ganga á odda og tryggja, at framleiðslan hjá Føroya elsta bryggjaríi og einum av Føroya elstu vørumerkjum heldur fram at seta dám á føroyska mentan? Føroya Bjór søkir eftir arbeiðsformanni (M/K) við áræði og leiðsluevnum, sum vil gerast partur av okkara spennandi framtíð við góðsku, nýskapan og burðardygd í miðdeplinum.
Tí skalt tú velja Føroya Bjór
- Ein søgrík fyritøka við eyga fyri framtíðini: Síðan 1888 hevur Føroya Bjór verið ein týðandi partur av føroyska samfelagnum, og vit eru framvegis í fremstu røð við nýskapan og framúr góðsku
- Ein fyritøka við hjarta og virðum: Vit eru eitt sterkt toymi, har trivnaður, samanhald og virðing fyri starvsfólkunum er í hásæti
- Møguleiki at seta tín dám á arbeiðsplássið: Sum arbeiðsformaður hevur tú frælsi til at menna framleiðsluna, leiða toymið og gera veruligan mun
Tín leiklutur – ver við til at skapa framtíðina
Í starvinum sum arbeiðsformaður hevur tú ein týðandi leiklut í framleiðsluni og hevur ávirkan á bæði arbeiðsgongdir og úrslit.
- Leið dagligu framleiðsluna og tryggja, at alt gongur smidliga og effektivt
- Gang á odda við at menna framleiðslutilgongdir og set nýggj hugskot í verk
- Motivera og stuðla starvsfólkunum, so trivnaður og góð úrslit síggjast aftur
- Samstarva við leiðsluna og tekniska toymið fyri at røkka okkara visjónum
Hví vit ynskja teg
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, sum hevur:
- Sterk leiðsluevni og ein natúrligan áhuga fyri at skapa góð úrslit
- Góðan tekniskan kunnleika og evni at arbeiða málrættað
- Dugir at brúka KT og hevur skil fyri tølum og arbeiðsgongdum
- Áhuga fyri at skapa eitt arbeiðspláss, har samstarv og trivnaður eru í hásæti
Vit bjóða tær
- Starv í eini fyritøku við sterkari mentan: Tú verður partur av einum bryggjaríi við ríkari søgu og mentan, og sum raðfestir arbeiðsgleði og virðing fyri tínum arbeiði
- Góðir menningarmøguleikar: Tú fært ábyrgd, avbjóðingar og frælsi til at menna teg sjálva/n og arbeiðsgongdirnar
- Stóra ávirkan: Tín leiklutur hevur týdning – bæði fyri framleiðsluna og tað, vit skapa saman sum eitt lið
Setanartreytir
Starvið verður lønt eftir avtalu og sambært sáttmála.
Umsóknir
Umsókn, saman við lívsrensli og viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 22.februar.