Arbeiðsformaður/ kvinna til vegadeildina
Søkt verður eftir einum ágrýtnum arbeiðsformanni/ kvinnu til vegadeildina í Fuglafjarðar kommunu
Ynskir tú at vera okkara komandi arbeiðsformaður/ kvinna á vegadeildini í Fuglafjarðar kommunu?
Fuglafjarðar kommuna søkir eftir einum jaligum og ágrýtnum arbeiðsformanni/ kvinnu, sum kann ganga á odda á vegadeildini hjá Fuglafjarðar kommunu.
Arbeiðsøkið hjá arbeiðsformanninum/ kvinnuni er at fyrireika og stýra, tá ið talan er um rakstur og viðlíkahald av vatnverkunum, gøtuljósum, vegum, kavagrevstri, kloakk- og vatnleiðingum og annars bæði smáar og størri verkætlanir í kommununi.
Vegadeildin arbeiðir nógv saman við øðrum deildum í kommununi, og sum arbeiðsformaður/ kvinna skipar tú hetta saman við deildunum.
Fuglafjarðar kommuna er eitt gott, mennandi og spennandi arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á gott arbeiðsumhvørvi, góðan trivnað, at hava ein góðan felagsskap og vísa góðan samstarvsvilja. Tað eru, út yvir arbeiðsformannin/ kvinnuna, 5 starvsfólk á vegadeildini.
Vit ynskja at tú
· Gongur á odda fyri og skipar arbeiði á vegadeildini
· Er bindilið millum vegadeildina og tekniska leiðaran
· Raðfestir ymisku arbeiðini saman við teknisku umsitingini
· Hevur eftirlit og tryggjar góðskuna á ymisku arbeiðunum
· Hjálpir til við saman við teknisku umsitingini, at gera kostnaðarmetingar av ymiskum arbeiðum.
· Ger arbeiðsætlanir, skipar- og fyrireikar arbeiðini fyri vegadeildina eisini saman við teknisku umsiting
· Raðfestir heilsu, trygd og umhvørvi høgt
· Syrgir fyri at arbeiðsfólkið hevur neyðugu skeiðini
Telduførleikar
· Á vanligum brúkarastøði
Útbúgving, royndir og førleikar
· Vit søkja eftir einum persóni, sum hevur handverkaraprógv.
· Tú hevur drúgvar royndir innan jørðarbeiði.
· Vanur at koyra og brúka maskinu til grevstur og annað “entreprenør” arbeiði.
· Hevur royndir frá líknandi starvi.
Vit vænta av tær at tú
· Ert arbeiðssamur
· Skapar og vísir álit
· Ert ágrýtin og virkin
· Ert loyalur
· Gongur á odda og vísir gott stev
· Hevur góð evni at leiða og samskifta
· Sært møguleikar fram um forðingar