Arbeiðsfólk til Vága kommunu
Vága kommuna leitar eftir tveimum arbeiðsfólkum til vegadeildina og tekniska økið hjá kommununi.
Vit vænta, at tú:
• Ert røkin og álítandi
• Hevur góð samstarvsevnir
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Vit bjóða tær:
• Góð og skipaði viðurskifti
• Nútímans amboð og útgerð
• Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
• Møguleika fyri upplæring sum maskinførari
Starvið:
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur koyrikort til bólk C, so tú kann koyra lastbil í sambandi við jørð-, lendis- og leiðingsarbeiði, umframt at taka tær av øðrum fyrifallandi arbeiði hjá kommununi. Tað er eisini ein fyrimunur, um tú hevur førleikar at koyra stórar maskinur, og harvið kanst gerast ein partur av kavaruddingartoyminum.
Vit vænta, at tú:
• Ert røkin og vísur arbeiðssemi
• Kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
• Ert til reiðar at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir, um tað verður neyðugt
Løn og setanarviðurskifti:
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Setanarstaðurin er Vága kommuna, og tann sum verður settir má tola, at broytingar kunnu koma fyri í starvinum. Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Rógva Jacobsen, tekniska leiðara á teldupost rogvi@vaga.fo ella á telefon 79 44 05.
Soleiðis søkir tú
Søk starvið við at trýsta á SØK knappin á høgru síðu. Viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing og møgulig viðmæli.
Freist at søkja
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 10. januar 2025.
Setanartíð:
Starvið verður sett skjótast gjørligt, men Vága kommuna bíðar fegin eftir røttu umsøkjarunum.