Advokatfelagið
Advokatfelagið
Advokatfelagið

Advokatfelagið leitar eftir starvsfólki til skrivstovutoymið

Til okkara toymi av dugnaligum skrivstovufólkum leita vit eftir einum starvsfólki, sum trívist í einum sjálvstøðugum starvi.


Ert tú ein ágrýtin, ábyrgdarfullur og vælskipaður persónur, sum dugir væl at skriva/málsviðgera, er áhugaður í at arbeiða við bókhaldi, og sum trívist við at hava nógvar bóltar í luftini í senn, er tað kanska tær, vit leita eftir.


Vit vænta av tær
• At tú ert ábyrgdarfull-/ur
• At tú ert arbeiðssom/-samur og klár/-ur at taka eina hond í, har tað er neyðugt
• At tú ert røkin og vælskipað/-ur
• At tú trívist við at hava nógv at gera
• At tú ert ein viðspælari
• At tú hevur góðar telduførleikar og kann arbeiða sjálvstøðugt í word og excell.
• At tú ert blíð/-ur og fyrikomandi og kann veita okkara klientum eina góða tænastu.


Advokatfelagið hevur bæði føroysk og útlendsk viðskiftafólk. Tað er tí ein fyrimunur, um tú hevur góðar málførleikar, og at tú dugir væl at skriva føroyskt, dansk og enskt.


Áhugaði kunnu senda umsókn við próvskjølum, lívsrensli og møguligum viðmælum til Gunn Ellefsen ge@lawfirm.fo, áðrenn tann 10. oktober 2025. Ætlanin er at seta starvið skjótast gjørligt.


Um tit vilja hava meira at vita um starvið, eru tit vælkomin at venda tykkum til Gunn Ellefsen á telefonnr. 593040.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Skrivstovuarbeiði og bókhald

Lýsing er stovnað15. September 2025
Umsóknarfreist10. October 2025
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Tórshavn, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki