Klaksvíkar kommuna
Klaksvíkar kommuna
Klaksvíkar kommuna

4 starvsfólk til vegadeildina

Vegadeildin er størsta deildin, sum er skipað undir Teknisku deild. Á Vegadeildini eru uppgávurnar fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald og nýgerð av vegum og gongubreytum, fríðkanararbeiði kring um í kommununi, grevstur, skelting, reinhald og vetrarhald við meira, umframtaðrar fyrifallandi uppgávur, harímillum rottutýning og skaðadjór annars.

Vit hava tørv á ágrýtnum handverkarum innan timburyrkið og arbeiðsfólki til Vegadeildina.

Arbeiðsuppgávur:
Sum handverkari kemur tú í mestan mun at arbeiða við timburarbeiði og betong, girðingum, trappum, gørðum o.ø. Umvæling av gongubreytum, gongugeilum, kansteinum og gørðum og øðrum fyrifallandi uppgávum á deildini.
Sum arbeiðsfólk kemur tú í mestan mun at arbeiða við viðlíkahaldi av vegum, gongubreytum og gøtum. Reinhald, ruskinnsavning, kloakkarbeiði og vetrarhaldi, umframt aðrar fyrifallandi uppgávur á deildini.

Førleikakrøv

  • Byggismiður, húsasmiður ella líknandi
  • Arbeiðsfólk nýtast ikki nakra ávísa útbúgving, men ynskiligt er, at tú hevur royndir innan líknandi størv.
  • Koyrikort til persónbil
  • Stóra koyrikortið kann vera ein fyrimunur

Vit vænta, at tú:

  • Ert ein viðleikari, sum hevur lætt við at taka eina hond í har, á stendur.
  • Sum persónur ert arbeiðssom/samur og væl skipað/ur.
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og lættliga kunna fara til verka við teimum fjølbroyttu uppgávunum á Vegadeildini.
  • Hevur góð handalig evni og hevur hug at seta teg inn í nýggj arbeiðsøkir.
  • Ert fyrikomandi og hevur lætt við at samstarva og síggja loysnir.
  • Ert ein góður starvsfelagi

Setanarviðurskifti:
Talan er um tímalønt fulltíðarstørv, ið verða lønt sambært sáttmála millum FAG og Klaksvíkar handverkarafelag ella Klaksvíkar arbeiðsmanna/kvinnu felag. Arbeiðstíðin er gerandis dagar ímillum kl. 08.00 og 17.00, tó kann í ávísum tíðarbilum verða nakað av arbeiði í vikuskiftum og umkvøldarnar.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, ella ert tú áhugaður at hoyra meira um størvini, kanst tú ringja ella skriva til Kristoffur Olsen, leiðara á Kloakk- og vegadeildini á tlf. 229088 ella kristoffuro@klaksvik.fo.

Umsókn við lívsgongdarlýsing (cv) og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinastsunnudagin 17. novembur 2024.

Lýsing er stovnað1. November 2024
Umsóknarfreist17. November 2024
Málslig krøv
Eingi málslig førleikakrøv
Stað
Pálsgøta, Nólsoy 270, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki