HJÁLP
Eg eri starvssøkjandi og kenni ikki Alfred so væl, kostar tað nakað at skráseta seg?
Nei, tað kostar einki, Alfred er 100 % ókeypis fyri starvssøkjandi.
Kann eg brúka Alfred-appina uttan at rita inn?
Sjálvandi! Vel bara møguleikan, “Brúka Alfred uttan innritan”, niðast í innritanarvindeyganum.
Er mín vangi dulnevndur?
Alfred er ein fullkomiliga dulnevnd skipan, har tú kanst leita eftir størvum, uttan at nakar sær teg. Eingin annar enn tú hevur atgongd til tín vanga. Tínir upplýsingar verða bara deildir, tá ið tú velur at søkja eitt starv. Fyritøkur hava ikki atgongd til okkara brúkarar, og vit lata ongar brúkaraupplýsingar til nakran.
Selja tit nakrantíð mínar persónligu upplýsingar?
Vit selja undir ongum umstøðum persónligar upplýsingar til nakran, og Alfred er harumframt GDPR tryggjaður.
Hvussu søki eg starv við mínum Alfred vanga?
Tá tú finnur eitt starv, ið tú hevur áhuga í, skalt tú bara klikkja á “Søk við mínum Alfred vanga", so tekur tað bara fá sekund at senda tína umsókn. Minst til fyri at søkja við tínum Alfred vanga, má vangin vera í minsta lagi 70% liðugt útfyltur. Vit mæla til, at hann er 100% liðugt útfyltur, fyri at økja um tín møguleika at verða boðin til samrøðu. Meðan umsóknir verða viðgjørdar, kunnu fyrirtøkur seta tær uppfylgjandi spurningar.
Hvussu fái eg fráboðanir um leys størv?
Við tínum Alfred vanga, kanst tú halda eyga við størvum, ið tær dámar í mun til frámerki, slag og stað. Vilt tú eygleiða eftir frámerkjum, vel so "Bólkar" og vel tey frámerki, ið hóska til tíni ynski.
Hvussu kann eg strika eitt starv av míni starvsvakt?
Sveipa bara starvið til vinstru, og ‘strika’-knøtturin kemur fram. Starvið fer síðani av tínum lista.
Hvar kann eg fáa hjálp, um eg havi spurningar ella trupulleikar?
Tú kanst altíð skriva til okkara á alfred@alfred.fo ella ringja 517950 og vit hjálpa tær fegin.
Hvussu kann eg strika mín Alfred vanga?
Áðrenn tú velur at strika tín Alfred vanga, vilja vit minna á, at tín vangi er fullkomiliga dulnevndur og at fyritøkur ikki síggja tínar upplýsingar, fyrr enn tú velur at søkja starv hjá teimum. Um tú strikar vangan verður hann fyrst óvirkin í 30 dagar, og tá kanst tú altíð rita inn aftur og virkja vangan aftur. Aftaná 30 dagar verður tín vangi (data, umsóknir, viðfesti) strikaður.
Hvussu øki eg um møguleikan at fáa starv?
Møguleikin at fáa starvið, ið tú ynskir tær, er størri um tú syrgir fyri at tín vangi er liðugt útfyltur við leinkjum, arbeiðsroyndum, viðmælum, tilvísingum o.ø. Set upp fráboðanir í tíni starvsvakt, so tú fært beinleiðis boð, tá ið nýggj størv eru sambært tínum ynskjum. Vel tey frámerki, ið samsvara við tíni áhugamál og førleikar.
Ber til hjá fyritøkum at finna mín vanga?
Nei, eingin hevur atgongd til tín vanga, og tað ber ikki til at leita í okkara dátugrunni.