Posta
Posta
Posta

Stjóri til Posta

Posta søkir eftir einum framsøknum stjóra við leiðsluroyndum og evnum at savna starvsfólk og leiðarar um eina felags kós og skapa úrslit.

Fremsta málið hjá Posta er at gera flutning í gerandisdegnum hjá viðskiftafólkum okkara einfaldari og lættari. Sum stjóri fyri Posta stendur tú á odda fyri einum av fremstu flutningsfyritøkunum í Føroyum, sum hevur allar Føroyar og allan heimin sum arbeiðspláss.

Vit leita eftir framsøknum stjóra at menna felagið, tænastur og fremja strategisku kósina fyri Posta og dótturfelagið, Posta Logistics, í Danmark.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Avbjóðandi starv við ábyrgd av bæði menning og rakstri 

Í starvinum sum stjóri fremur tú løgdu kósina hjá felagnum, og saman við leiðslutoyminum og nevndini leggur tú framtíðarkósina til rættis. Tú fært ábyrgdina av dagligu leiðsluni hjá felagnum og starvsfólkunum í Føroyum og í Danmark.  

Uppgávan fyri framman er spennandi, og tað verður tín uppgáva framhaldandi at menna felagið, styrkja raksturin og vaksa um virksemið. 

Uppgávurnar fyri framman eru millum annað at: 

  • Fremja tær yvirskipaðu ætlanir, sum verða lagdar saman við nevndini. Tað ber m.a. í sær, at tú setur mál, samskipar og leggur til rættis bæði stutt- og langtíðarætlanir fyri felagið 
  • Arbeiða fyri góðum sambondum við viðskiftafólk, myndugleikar, samstarvsfelagar og aðrar áhugapartar
  • Tryggja menning av marknaðum og tænastum
  • Áhaldandi optimera og einfalda virksemið
  • Virka fyri góðum samstarvi tvørtur um leiðslu og starvsfólk og fyri einum umhvørvi, har starvsfólkini brenna fyri at avrika.

Sum stjóri á Posta gongur tú fremst fyri at skapa góðan trivnað og arbeiðsgleði. Tú hevur ein nærverandi og sjónligan leiðslustíl, og tú samskiftir greitt. Tað er týdningarmikið, at tú ert úrslitssøkin og megnar at savna starvsfólk um kósina og málini fyri framman. Tað hevur eisini stóran týdning, at tú leggur dent á at styrkja og menna virksemið. 

Tú kanst rokna við einum ferðmiklum og fjølbroyttum gerandisdegi. Tú hevur dagligu leiðsluna av felagnum um hendi, og ikki er óvanligt, at arbeiðsdagurin bæði fevnir um fíggjarætlanir, KT-verkætlanir og rakstraruppfylging.  

Í gerandisdegnum arbeiðir tú á skrivstovuni á Óðinshædd 2. Tú kanst vænta ferðing av og á, serliga til dótturfelagið í Danmark. 

Krøv til útbúgving og førleikar

Royndur leiðari

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir og leiðsluroyndir. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni og hevur gott innlit í vinnulig og búskaparlig viðurskifti í Føroyum. Harafturat er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir úr flutningsvinnuni og góð analytisk evnir. 

Vit leggja dent á, at tú hevur ein motiverandi leiðslustíl og góð samstarvsevnir. Tú hevur dirvi at ganga á odda og hevur eina góða heildarfatan. 

Samband og umsókn

Um hetta ljóðar sum eitt starv fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi tann 3. februar 2025. Umsókn skal sendast til nevndarformann, Árna Ellefsen, á arni@posta.fo

Starvið verður sett 1. apríl ella sambært avtalu. 

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Árna Ellefsen, nevndarformann, á tlf. 53 07 24 ella á telduposti til arni@posta.fo 

Advertisement published16. January 2025
Application deadline3. February 2025
Language skills
FaroeseFaroese
Required
Expert
Location
2 Óðinshædd, Tórshavn 100, Føroyar
Type of work
Professions
Job Tags