SMS
SMS
SMS

Starvsfólk til reingerð

Vit leita eftir ágrýtnum og álítandi reingerðarfólkum til okkara nýggju reingerðardeild. Deildin skal tryggja, at handlar og deildir hjá SMS samtakinum altíð eru reinir og innbjóðandi hjá viðskifta- og starvsfólki.

Um starvið

Sum reingerðarfólk verður tú partur av eini nýggjari deild, har høvuðsuppgávan er at tryggja, at okkara hølir altíð eru rein, ruddilig og innbjóðandi fyri bæði starvsfólkum og kundum.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:

  • Dagliga reingerð av handilshølum

  • Gólv-, baðirúms- og køksreingerð

  • Aðrar fyrifallandi reingerðaruppgávur

Vit vænta, at tú:

  • Ert álítandi, røkin og arbeiðssom/arbeiðssamur

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd

  • Hevur gott eyga fyri reinføri og smálutum

  • Ert jalig/jaligur og tænastusinnað/ur

  • Hevur koyrikort (krav)

Royndir innan reingerð eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Vit bjóða:

  • Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv

  • Góða innleiðslu og upplæring

  • Fast starv á 40 tímar um vikuna

Umsókn

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Oddbjørg Askham Sigurðsson á telefon 791950.

Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Advertisement published6. October 2026
Application deadlineNo deadline
Language skills
FaroeseFaroese
Optional
Intermediate
EnglishEnglish
Required
Intermediate
Location
Tórshavn, Føroyar
Type of work
Professions
Job Tags