

Starvsfólk til køkin
Søkt verður eftir starvsfólki til køkin á Sjóndeplinum á Íslandsvegnum 30 tímar um vikuna.
Starvið umfatar:
· Ábyrgd av køkinum
· Matgerð
· Ábyrgd av innkeypi
· Planlegging og gera vikuætlanir
· Vera blindu og sjónveiku brúkarunum til hjálpar
Krav til fakligar førleikar:
· Hava royndir at gera mat til nógv fólk
· Hava koyrikort
Krav til persónligar førleikar:
· Jaligur
· Góð samstarvsevnir
· Evni at arbeiða sjálvstøðugt
· Gera heilsugóðan mat
· Hava hugflog
Sjóndepilin bjóðar:
· Fakliga frálæru um sjón og sjóntrupulleikar
· Atlit og arbeiðshættir
· Góðar arbeiðsumstøður
· Møguleikar fyri menning
· Góðar starvsfelagar
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum:
Fíggjarmálaráðið og Arbeiðskvinnufelagið
Starvið verður sett 1. septembur ella eftir nærri avtalu. Skrivlig umsókn við prógvum og CV skulu
vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30.juni 2025.
Umsóknin skal sendast til:
Sjóndepilin
att. leiðarin
Íslandsvegur 10A
FO-100 Tórshavn
Ella sum teldupost: kak@sjondepilin.fo