Starvsfólk til eitt spennandi og fjølbroytt bókhaldsstarv
Hevur tú kunnleika til bókhald og roknskap og hevur tú hug at verða partur av einum toymi avgóðum starvsfeløgum? Um ja, so er tað kanska tær, vit hava brúk fyri
Um okkum
SPEKT er eitt løggilt grannskoðanarvirki, ið veitir tænastur og ráðgeving innan grannskoðan, KT-grannskoðan, bókhald, roknskap, skatt og vinnuligt virksemi. Okkara kundaskari er sera breiður og fevnir um alt frá einstaklingum og smáum feløgum til stórar fyritøkur, landsstovnar og kommunur.
SPEKT hevur ein stóran starvsfólkahóp við fjølbroyttum starvsroyndum og vit hava skrivstovur bæði í Tórshavn og í Klaksvík.
Um starvið
Sum partur av okkara dugnaliga bókhalds- og roknskapartoymi kemur tú at fáast við alt vanligt bókhaldsarbeiði umframt at veita kundunum fíggjarliga ráðgeving og tænastur. Arbeitt verður á einari av okkara skrivstovum umframt úti hjá okkara kundum.
Høvuðsuppgávurnar fevna millum annað um:
- Samskifti við ymisku leiðslurnar hjá kundunum
- Skráseting av skjølum og regluligar avstemmanir
- Fakturering og avgreiðslu av lønum og útgjøldum
- Framleiðsla av fíggjarligum uppgerðum til kundarnar
Hjá okkum fært tú eisini møguleikan at útbúgva teg víðari um ynski er um tað. Talan er um fulltíðarstarv. Í ávísum tíðarskeiðum kann tó vera neyðugt at arbeiða longri enn vanliga arbeiðstíð. Lønin er sambært avtalu.
Um teg
Vit leita eftir einum arbeiðssomum og ábyrgdarfullum persóni, sum hevur:
- Førleikar innan bókhald og roknskap
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt og skipað
- Tænastusinni og góðar samstarvseginleikar
- Áhuga fyri tørvinum hjá einstaka kundanum
- Eina jaliga tilgongd til at læra seg nýggj forrit
Umsókn og freist
Umsókn við førleikum, arbeiðsroyndum og øðrum viðkomandi tilfari skal skjótast gjørligt sendastvið telduposti til mh@spekt.fo.
Um tú vilt vita meiri
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mirjam Haraldsen á telefon 343470/233470 ella á mh@spekt.fo.
Umsóknir og fyrispurningar verða sjálvandi viðgjørd í trúnaði.