Advokatsmápartafelagið Faroe Law
Faroe Law er ein advokatfyritøka, ið hevur 25 ár á baki . Her eru 5 advokatar í starvi. Vit arbeiða við nógvum fjøltáttaðum uppgávum fyri bæði føroyskar og útlendskar klientar.
Skrivstovufólk til Faroe Law
Faroe Law sóknast eftir einum ábyrgdarfullum og ágrýtnum skrivstovufólki til okkara advokatvirki. Vit bjóða eitt spennandi starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum í einum professionellum og vinaligum arbeiðsumhvørvi.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
- At samskifta og málsviðgera fyri advokatar.
- At bóka, fakturera, avgreiða lønir og annað líknandi.
- Ymiskar fyrifallandi skrivstovuuppgávur og samskifti við klientar og samstarvsfelagar.
Krøv til útbúgving og førleikar
- Hevur royndir innan skrivstovu- og bókhaldsarbeiði.
- Hevur hollan telduførleika og evni at seta teg inn í nýggjar skipanir.
- Dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum.
- Hevur ein skipaðan og sjálvstøðugan arbeiðshátt, har tú tekur ábyrgd.
Ágóðar við starvinum
- Eitt fjølbroytt og avbjóðandi skrivstovustarv.
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi í einum toymi við dugnaligum starvsfeløgum.
- Løn sambært avtalu.
Advertisement published15. January 2025
Application deadline17. February 2025
Language skills
Faroese
Very goodRequired
Danish
Very goodRequired
English
IntermediateOptional
Location
Tórshavn, Føroyar
Type of work
Professions
Job Tags
Similar jobs (1)