Leiðari til Mentanarhúsið
Fuglafjarðar kommuna søkir eftir leiðara til Mentanarhúsið, at byrja 1. apríl 2025.
Uppgávan hjá leiðaranum er at skipa eitt forvitnisligt og livandi umhvørvi, við upplivingum og fólksligari mentan í breiðari merking. Tú skalt brenna fyri uppgávuni, og tú hevur dirvið at stinga út í kortið og at raðfesta.
Sum leiðari í Mentanarhúsinum skalt tú leggja orku í at uppbyggja áhuga fyri húsinum, og tú skalt duga at ansa væl eftir húsinum.
· Leiða og íverkseta
· Fyriskipa og leggja til rættis
· Menna sambond og samstørv við listafólk, feløg og stovnar
· Kveikja áhuga og menna upplivingar
· Seta og leiða starvsfólk
· Fíggjarliga og fyrisitingarliga ábyrgd
· Miðla og røkja miðlar
Leiðarin skal hava áhaldni og tolni at fyriskipa og íverkseta ætlanir fyri Mentanarhúsið. Royndir og úrslit, ið vísa á nýhugsan og íverkseta, eru ein fyrimunur, á sama hátt sum útbúgving innan mentanarliga økið kann geva fyrimunir.
- Hugvekjandi og gott sinnalag og sterkir samskiftis-eginleikar eru eisini millum teir førleikar, ið sóknast verður eftir.
- Neyðugt er, at tú ert sterk/ur í bæði føroyskum, donskum og enskum máli í talu og skrift, hevur góðar telduførleikar, eitt kreativt háttalag, og vitan um sosialu miðla- og samskiftishættirnar.
- Neyðugt er at tú ert sinnað/ur at arbeiða í ymsum toymum.
Vit bjóða eitt spennandi leiðslustarv, ið gevur tær stóra ávirkan og møguleika at menna fjølbroytta virksemið í Mentanarhúsinum og annars at verða við til at mynda mentanarliga umhvørvið í Fuglafirði.
Sum leiðari verður tú partur av mentanartoyminum í Fuglafjarðar kommunu.