Roðin
UM OKKUM
Runavíkar -, Nes – og Sjóvar kommuna – hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu og eldrarøkt v.m., sum við lóg varð flutt kommununum at umsita tann 1. januar 2015. Roðin umsitir økistænastuna í nevndu kommunum. Avtalan sæst her.
MÁL:
Mál okkara er støðugt at menna tænastuna og at ganga á odda, tá ræður um at veita teim, ið tørva, eina fjøltáttaða og dygdargóða tænastu – hetta í góðum samstarvi við brúkaran og avvarðandi hansara.
Eina tænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka og sum eisini ger tað gjørligt, at verða heima longst gjørligt.
Tænastan, ið vit veita, skal støðugt stuðla uppundir, at tað at búgva í Runavíkar- Nes- og Sjóvar kommunu er framúr gott og trygt – eisini, tá ein gerst gamal og hevur tørv á “hjálpandi hondum”!
Tænasturnar eru skipaðar eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum sæst her.
Roðin veitir borgarum við tørvi eina samskipaða heildartænastu. Endamálið við tænastunum er, at: Fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan, veita røkt og umsorgan.
Leiðari fyri Roðan
Jóngerð Guttesen
Heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk
Hevur tú hug at gera mun fyri eldri borgarar og gerast partur av einum ágrýtnum og fakliga sterkum starvsfólkahópi? So hava vit ein framúr møguleika til tín á Vesturskin.
Fýra av okkara starvsfeløgum hava fingið møguleikan at lesa sjúkrarøktarfrøði. Hetta merkir, at vit nú hava tørv á eldhugaðum heilsurøktarum, heilsuhjálparum og hjálparfólki til hesi størvini.
Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast,mennast og hava tað gott.
Søkt verður eftir:
- Einum heilsurøktara í fast starv. Starvið er fulla tíð og arbeiðstíðirnar eru í dag,- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.
- Tveimum heilshjálparum í fast starv. Annað starvið er fulla tíð og hitt á starvsbrøki 0,9 svarandi til 36 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í dag,- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.
- Hjálparfólki á starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í dag,- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.
Størvini eru til setan sum skjótast.
FØRLEIKAKRØV
- Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
- Prógv sum heilsuhjálpari
- Áhuga at arbeiða við eldri fólki
- Trívist við at arbeiða í toymi og hevur hug til fakliga menning.
- Kanst geva eitt jaligt íkast til arbeiðsgleðina í gerandisdegnum.
- Góð evni at samskifta í skrift og talu
- Kt- førleika á brúkarastøði
VIT BJÓÐA TÆR
- Eitt fakliga sterkt umhvørvi við møguleika fyri at menna tínar førleikar.
- Tætt og stuðlandi samstarv við starvsfelagar og leiðslu.
- Eitt arbeiðspláss ið leggur dent á trivnað, arbeiðsgleði og høga fakligheit.
- Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi menna tænsaturnar í Roðanum
Søkja skikkaðir umsøkjarar ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og ávikavist heilsurøktarafelagið ella heilsuhjálparafelagið
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til ingung@rodin.fo
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda umvegis Alfred ella til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til Vesturskin”.
Advertisement published15. January 2025
Application deadline2. February 2025
Language skills
Faroese
IntermediateRequired
Location
Toftir, Føroyar
Type of work
Professions
Job Tags
Similar jobs (1)