Framleiðsluapotekið
Framleiðsluapotekið
Framleiðsluapotekið

Akademikari

Framleiðsluapotekið sóknast eftir einum akademikara við náttúruvísindarligari útbúgving, ið hevur førleikar og áhuga at arbeiða innan heilivágsframleiðslu. Tú verður partur av einum fakligum stuðulstoymi á deildini, ið hevur til endamáls at tryggja, at føroyska framleiðslan lýkur galdandi GMP-krøv og onnur faklig tilmæli. Toymið tekur sær av dagligum uppgávum og smærri verkætlanum á Framleiðsluapotekinum.

Talan er um eitt farloyvisstarv, sum er tíðaravmarkað til 31. des. 2026.

Starvið

Tú kemur at starvast áleið hálva tíð við uppgávum á Framleiðsludeildini, og hálva tíð á Góðskudeildini við at áseta haldføri fyri føroysku framleiðsluvørunar.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, men verða í høvuðsheitum:

  • GMP ábyrgd fyri framleiðslu av merkivørum og magistrellum tilbúningum
  • Menna og dagføra framleiðsluforskriftir og skriva SOP’ar, frávik og onnur góðskuskjøl
  • Eftirkanna og góðkenna framleidda vøru
  • Gera litteraturkanningar og royndir til at áseta haldføri á framleiðsluvørum

Arbeiðsuppgávur og ábyrgdarøki kunnu tillagast eftir tørvi, so tú mást tola broytingar í starvinum.

Tínir førleikar

Tú hevur útbúgving sum farmaseutur ella hevur aðra hægri útbúgving innan náttúruvísind. Royndir innan heilivágsframleiðslu og GMP-arbeiði kann vera ein fyrimunur, men er ikki ein treyt. Tað kann eisini vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir og førleikar at arbeiða við smærri verkætlanum.

Vit vænta, at tú ert álítandi, ágrýtin og dugnalig/ur. Vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva og at tú hevur ein semjusøkjandi hugburð, samstundis sum uppgávurnar verða loystar á einum fakliga høgum støði.

Harafturat vænta vit, at tú dugir væl at leggja arbeiðið til rættis og megnar at hava eyguni við fleiri uppgávum samstundis. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og ynskir at vera við til, at arbeiðsplássið mennist og starvsfólkini trívast.

Setanarviðurskifti

Talan er um farloyvisstarv, sum er ásett at vera fulla tíð ella eftir avtalu. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. nov. 2025 og til 31. des. 2026.

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og lívrensl skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi sunnudag 14. sept. 2025. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hetta leinkið.

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090 ella Eyðhild Fuglø á tlf. 404080. Tú kanst eisini senda ein teldupost til ejn@apotek.fo.

Les meira um okkum á www.apotek.fo

Advertisement published26. August 2025
Application deadline14. September 2025
Language skills
FaroeseFaroese
Required
Intermediate
Location
100, 15 Staravegur, Tórshavn 100, Føroyar
Type of work
Professions
Job Tags