Fjarskiftiseftirlitið
Fjarskiftiseftirlitið
Fjarskiftiseftirlitið

Vilt tú verja Føroyar móti talgildum hóttanum?

Spennandi starv sum KT trygdarráðgevi á Fjarskiftiseftirlitinum

Heimurin er broyttur. Vandin fyri netálopum og øðrum hóttanum móti okkara infrakervi hevur valla verið størri enn í dag. Ein fortreyt fyri, at okkara samfelag verður verandi trygt og virkisført, er, at vit eru fyrireikað og før fyri at standa ímóti hesum hóttanum.

Sum liður í at styrkja mótstøðuførið og nettrygdina kortleggur Fjarskiftiseftirlitið kritiskt infrakervi og fremur portraskanningar á internetinum í Føroyum. Talan er um eitt nýtt og spennandi arbeiðsøki í menning.

Okkum tørvar ein starvsfelaga, sum fyrst og fremst skal luttaka í arbeiðinum at kortleggja kritiskt infrakervi. Ein partur av arbeiðinum er at samskifta við og vitja stovnar og fyritøkur, sum varða av kritiskum infrakervi. Harumframt kemur viðkomandi at luttaka í fyrifallandi uppgávum, undir hesum at breiða út kunning um nethóttanir.

Sum starvsfólk á Fjarskiftiseftirlitinum verður tú partur av einum dugnaligum toymi, ið telur 12 fólk í løtuni. Hartil gerst tú partur av Vinnustovninum, ið telur umleið 45 fólk.

Vit bjóða

Eitt óformelt og dynamiskt arbeiðsumhvørvi, har fakligi støðið er høgt, og hjálpsemi er ein sjálvfylgja. Tú fært stóra ávirkan á títt egna arbeiði og møguleika at mennast fakliga í einum øki, ið hevur altjóða fokus.

Útbúgving og førleikar

  • Tann vit sóknast eftir er ein ígongdsetari, ið dugir væl at samskifta og fyriskipa, arbeiðir sjálvstøðugt, skipað og miðvíst, og tryggjar støðug framstig og úrslit.
  • Tú hevur gott tøkniligt innlit og stóran áhuga fyri nettrygd, og tú hevur lætt við at seta teg inn í smálutir og heildarmyndina í KT-skipanum og -kervum.
  • Royndir innan nettrygd, royndir við dátuinnsavnan, skipan og greining av dátum, og royndir við verkætlanarleiðslu og samskipan, eru ein fyrimunur.
  • Vit vænta at tú hevur viðkomandi útbúgving á bachelor ella embætisstigi, men tað er ikki ein treyt.

Tann, ið settur verður, má hava reina revsiváttan, og tað er harumframt ein treyt fyri setanini, at viðkomandi søkir trygdargóðkenning á støði "Loyniligt (Nato Secret)", og varðveitir trygdargóðkenningina í starvstíðini.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Spurningar?

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Thomsen, stjóra, á tel. 356020, teldupost: jt@vs.fo.

Ætlanin er at hava starvssamrøður í seinnu helvt av januar, og at viðkomandi kann byrja í starvinum skjótast gjørligt, gjarna 1. mars.

Fjarskiftiseftirlitið tilskilar sær rætt til ongan at seta.

Lýsing er stovnað19. desember 2025
Umsóknarfreist15. januar 2026
Málslig krøv
EnsktEnskt
Kravt
Sera góður
DansktDanskt
Kravt
Sera góður
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
Vinnustovnurin, Skálatrøð 20, 100 Tórshavn
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.NærlagniPathCreated with Sketch.FyriskipanPathCreated with Sketch.ToymisarbeiðiPathCreated with Sketch.Tøkniligir førleikarPathCreated with Sketch.UndirvísingPathCreated with Sketch.Vandagreining
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki