Føroya Fólkaháskúli
Føroya Fólkaháskúli
Føroya Fólkaháskúli

Undirvísarar til Føroya Fólkaháskúla

Starvslýsing – Undirvísarar til Føroya Fólkaháskúla

Føroya Fólkaháskúli er ein vistarhaldsskúli, har list, vísindi, handverk, náttúra, samfelag og skapandi arbeiði møtast í einum livandi læringsumhvørvi. Á háskúlanum arbeiða vit tvørfakliga og verkætlanargrundað, og vit virðismeta fjølbroytni í arbeiðsháttum, útbúgvingum og lívsroyndum. Vit vilja tískil eggja øllum við viðkomandi førleikum at søkja.

Um starvið:

Sum undirvísari á Føroya Fólkaháskúla hevur tú ábyrgd av at skipa frálæru og luttaka í einum lærandi umhvørvi, har næmingurin mennist og trívist.

Arbeiðsuppgávur eru:

· Undirvísa og vegleiða næmingar innan list, skapandi arbeiði og almannamentan.

· Menna og leggja til rættis undirvísingargongdir, ið byggja á tín undirvísingarstíl.

· Luttaka í og menna verkætlanararbeiði saman við næmingum og starvsfeløgum.

· Stuðla næmingunum í teirra persónligu og fakligu menning.

· Samstarva við aðrar undirvísarar um tvørfakligt arbeiði.

Harumframt kunnu praktiskar arbeiðsuppgávur eisini verða tongdar at starvinum:

· Samskipa verkstovur, framsýningar og onnur tiltøk á skúlanum

Vit vænta, at tú:

· Hevur fakligar førleikar og hug at arbeiða skapandi við ungum fólki – antin tín bakgrund er listalig, samfelagsvísindalig, handalig ella náttúruvísindalig.

· Hevur áhuga í frálæru og námsfrøðiligum arbeiði.

· Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at taka ábyrgd.

· Ert opin, skapandi og dugir at skapa eggjandi undirvísing.

· Hevur góð samstarvsevni.

Vit bjóða:

· Ein spennandi arbeiðsstað í søguligum umhvørvi mitt í Havn.

· Stórt rásarúm at mynda egna undirvísing.

· Møguleika at arbeiða við ungum fólki í skapandi tilgongdum.

· Eitt arbeiðspláss, har list og menniskjalig menning ganga hond í hond.

· Dygdargóðar royndir í samskipan og arbeiði við menniskjum.

Vit arbeiða við flestøllum listagreinum og vilja tí heita á øll við einari listaligari bakgrund at søkja. Harumframt vilja vit eggja øllum, ið hava eina samfelagsvísindaliga og humanistiska bakgrund, at søkja starvið. Starvið verður sett eftir einari heildarmeting av hvussu umsøkjarin passar inn í verandi starvsfólkahóp.

Starvs- og lønarviðurskifti

Starvið er eitt hálvtíðarstarv, arbeiðstíðin er í høvuðsheitum gerandisdagar í dagtímunum, men roknast kann eisini við kvøld og vikuskiftisarbeiði eftir nærri avtalu.

Starvsstaður er á Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, Tórshavn.

Harumframt er gjørligt at koma í verkætlanarstarv í styttri tíðarskeið, og tískil vilja vit eggja øllum áhugaðum at søkja - vælkomin at viðmerkja í umsóknini, um tú bert ert áhugað/ur í føstum starvi, ella um verkætlanir eisini hava áhuga.

Lønin fylgir galdandi sáttmála hjá viðkomandi fakfelag.

Umsókn og freist

Umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum skulu sendast til haskulin@haskulin.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. juni.

Starvsbyrjan er í august 2026 ella eftir nærri avtalu.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Torkil Tórgarð, stjóra, á torkil@haskulin.fo tlf 259281.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Arbeiðsuppgávur eru:

·       Undirvísa og vegleiða næmingar innan list, skapandi arbeiði og almannamentan.

·       Menna og leggja til rættis undirvísingargongdir, ið byggja á tín undirvísingarstíl.

·       Luttaka í og menna verkætlanararbeiði saman við næmingum og starvsfeløgum.

·       Stuðla næmingunum í teirra persónligu og fakligu menning.

·       Samstarva við aðrar undirvísarar um tvørfakligt arbeiði.

Krøv til útbúgving og førleikar

Vit vænta, at tú:

·       Hevur fakligar førleikar og hug at arbeiða skapandi við ungum fólki – antin tín bakgrund er listalig, samfelagsvísindalig, handalig ella náttúruvísindalig.

·       Hevur áhuga í frálæru og námsfrøðiligum arbeiði.

·       Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at taka ábyrgd.

·       Ert opin, skapandi og dugir at skapa eggjandi undirvísing.

·       Hevur góð samstarvsevni.

Ágóðar við starvinum

Vit bjóða:

·       Ein spennandi arbeiðsstað í søguligum umhvørvi mitt í Havn.

·       Stórt rásarúm at mynda egna undirvísing.

·       Møguleika at arbeiða við ungum fólki í skapandi tilgongdum.

·       Eitt arbeiðspláss, har list og menniskjalig menning ganga hond í hond.

·       Dygdargóðar royndir í samskipan og arbeiði við menniskjum.

Lýsing er stovnað1. juni 2026
Umsóknarfreist20. juni 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Framúrskarandi
EnsktEnskt
Kravt
Sera góður
DansktDanskt
Valfrítt
Miðal førleiki
Stað
14 Háskúlavegur, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.DansurPathCreated with Sketch.FilmsupptøkaPathCreated with Sketch.FramsøkinPathCreated with Sketch.Jaligt lyndiPathCreated with Sketch.HugflogPathCreated with Sketch.ListamálingPathCreated with Sketch.LjóðblandPathCreated with Sketch.MyndaviðgerðPathCreated with Sketch.NýhugsandiPathCreated with Sketch.NærlagniPathCreated with Sketch.FyriskipanPathCreated with Sketch.SjónleikurPathCreated with Sketch.Sosialir miðlarPathCreated with Sketch.Tekning
Arbeiðsumhvørvi
Egnað til
Starvsgreinar
Starvsmerki