Vága Floghavn FAE
Vága Floghavn er loftvegis portrið, sum tryggjar Føroyum skjótt og effektivt flogsamband við umheimin

Summarstarv á verkætlanardeildini í Vága Floghavn
Hevur tú áhuga fyri bygging, tekniskum tekningum og verkætlanum?
Vága Floghavn søkir eftir einum dugnaligum og ágrýtnum summarfugli til verkætlanardeildina. Talan er um eitt spennandi summarstarv, har tú fært høvi at arbeiða saman við okkara verkætlanarleiðara og vera við til at skráseta og tekna verandi viðurskifti á flogvøllinum.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
Tínar høvuðsuppgávur verða m.a. at:
- Tekna og dagføra verandi bygningar, øki og teknisk viðurskifti á flogvøllinum
- Hjálpa prosjektleiðarum við skráseting og dokumentatión
- Arbeiða við tekniskum tekningum í AutoCAD og Revit
- Skipa og viðlíkahalda skjøl og upplýsingar í SharePoint
- Arbeiða sambært galdandi skipanum og standardum, herundir Molio (BIPS) A104
Krøv til útbúgving og førleikar

Ágóðar við starvinum
Vit bjóða
- Eitt spennandi og læruríkt summarstarv í einum serstøkum arbeiðsumhvørvi
- Møguleika at arbeiða við veruligum verkætlanum á Føroya altjóða flogvølli
- Góða innleiðslu og vegleiðing frá okkara verkætlanarleiðara
- Gott arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum
Lýsing er stovnað2. juni 2026
Umsóknarfreist10. juni 2026
Málslig krøv
FøroysktKravt
Stað
3P9C+29Q, 2 Flogvøllurin, Sørvágur 380, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki