Barnaverndartænastan við Skálafjørðin
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin søkir eftir einum sosialráðgeva. Starvið er leyst at søkja til setan 1. Apríl 2026 ella skjótast gjørligt. Talan er um eitt fast starv fulla tíð, við møguleika fyri niðursetta tíð.

Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunu, og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík. Á deildini starvast sjey fólk, sosialráðgevar, skrivari, sálarfrøðingur og leiðari.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Arbeiðsuppgávur

• málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin

• fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini

• samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar

• vera við í vaktarskipan hjá Barnaverndartænastuni

Krøv til útbúgving og førleikar

Førleikakrøv

• Útbúgving sum sosialráðgevi

• Neyðugt er at hava koyrikort

Ágóðar við starvinum

Vit ynskja okkum starvsfólk, sum

• hava góð samskiftis- og samstarvsevni

• vilja samstarva og duga at síggja loysnir

• tola at arbeiða undir trýsti

• hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt

Lýsing er stovnað30. januar 2026
Umsóknarfreist16. februar 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
EnsktEnskt
Valfrítt
Miðal førleiki
Stað
620, 26 Mýravegur, Runavík 620, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.Arbeiði undir trýstiPathCreated with Sketch.SmidleikiPathCreated with Sketch.Tolsemi
Arbeiðsumhvørvi
Starvsgreinar
Starvsmerki