Nes kommuna
Nes kommuna
Nes kommuna

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Frítíðarskúlan og Samspíran í Nes kommunu

Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum at byrja 10.08.2026. Í Frítíðarskúlanum verður søkt eftir 5 námsfrøðingum/hjálparfólkum. Størvini í Frítíðarskúlanum liggja millum 20-25 tímar. Talan er bæði um fast og tíðaravmarkaði størv fram til 12.07.2027.

Í Samspíranum verður søkt eftir 2 námsfrøðingum/hjálparfólkum til tíðaravmarkaði størv. Størvini eru á 35 tímar og 20 tímar tíðaravmarkaði fram til 01. apríl 2027 og 19. juli 2027.

Frítíðarskúlin og Samspírin eru tilboð, ávíkavist eftir skúlatíð fyri skúlabørn, sum ganga í 1. og 2. flokki, og skúlabólkatilboð fyri børn frá 6-7 ár.

Stovnurin er á Brekkukletti á Toftum, tætt við stadionøkið og tætt við Toftavatn, sum gevur ríkar møguleikar fyri at verða úti í náttúruni. Á stovninum eru uml. 80 børn. Vit brenna fyri at bjóða børnunum ein gerandisdag við fjølbroyttum innihaldi, har tey á ein skapandi og mennandi hátt kunnu royna seg.

Vit bjóða:

· Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum

· Møguleika fyri persónligari menning

· Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi umhvørvi

Vit ynskja at umsøkjarin:

· Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum

· Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við barninum

· Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd

· Er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

Setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §4 í barnaváttanarlógini hevur Nes Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eydnu Olsen, leiðara, á tlf. 448786/565023.

Umsóknir
Umsóknir saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. mai 2026. Tó eru tey, sum gerast námsfrøðingar í summar, vælkomin at søkja. Umsóknirnar verða at senda til nes@nes.fo.

Lýsing er stovnað5. mai 2026
Umsóknarfreist20. mai 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Á Brekkukletti, Toftir 650, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki