Útlendingastovan
Útlendingastovan
Útlendingastovan

Løgfrøðingur

Vilt tú arbeiða í einum óformellum og dynamiskum arbeiðsumhvørvi við góðum og hjálpsomum starvsfeløgum og fjølbroyttum og fakliga avbjóðandi arbeiðsuppgávum? So er tað kanska júst tíni umsókn, vit bíða eftir.

Útlendingastovan sóknast eftir einum útbúnum løgfrøðingi at byrja skjótast møguligt.

Um starvið

Talan er um starv, sum í høvuðsheitum fevnir um málsviðgerð innan málsøkið hjá Útlendingastovuni.

Høvuðsuppgáva

Málsviðgerð av m.a. umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og familjusameining.

Harumframt verða tínar uppgávur eitt nú:

· luttøka í lógar- og kunngerðarsmíði

· skriva mannagongdir

· luttaka í ymiskum øðrum umsitingarligum uppgávum

Vit bjóða tær

Sum starvsfólk á Útlendingastovuni verður tú partur av dugnaliga starvsfólkahópinum á Útlendingastovuni, ið telur 13 fólk í løtuni. Harafturat verður tú partur av starvsfólkahópinum hjá Vinnustovninum, ið telur umleið 45 fólk. Vit eru eitt óformelt, dynamiskt og sosialt arbeiðspláss, har vit gera nógv saman. Vit koma hvørjum øðrum við og leggja stóran dent á at lyfta í felag. Til tíðir er arbeiðstrýstið størri, og tá taka vit øll eitt eyka tak, men afturfyri ber til at arbeiða minni aðrar tíðir.

Vit eru eisini eitt lagaligt arbeiðspláss, har tú – við ábyrgd og atliti til tínar starvsfelagar – kanst skipa tín egna arbeiðsdag.

Vit leggja stóran dent á samstarv, vitanarskifti og at menna okkum fakliga ígjøgnum alt arbeiðslívið, og tí eru eisini góðir møguleikar fyri førleikamenning og luttøku á viðkomandi skeiðum.

Um teg

Tú hevur viðkomandi løgfrøðiliga útbúgving, t.d. cand.jur., M.A. í løgfrøði (við bachelor í lóg/løgfrøði), cand.merc.(jur.) ella líknandi útbúgving.

Tú hevur góð samstarvsevnir, tekur ábyrgd, ert røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Tú dugir væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum.

Løn og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Hevur hetta tín áhuga?

Send okkum eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til: solvad@utlendingastovan.fo

Umsóknin skal vera merkt “løgfrøðingur”.

Vilt tú hava meira at vita um starvið, kanst tú venda tær til Sólvá Dam, deildarleiðara, á tel. 356048 ella solvad@utlendingastovan.fo

Lýsing er stovnað19. november 2025
Umsóknarfreist3. desember 2025
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
Stað
Fabrikkin hjá Öström, 20 Skálatrøð, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki