Tórshavnar havn
Tórshavnar havn
Tórshavnar havn

Havnaumsjónarfólk

Hevur tú hug at arbeiða mitt í hjartanum í Tórshavnar havn?

Tórshavnar havn er ein av týdningarmestu havnunum í Føroyum og ein virkin partur av føroyska undirstøðukervinum. Her møtast rakstur, trygd, tænastustøði og menning í einum arbeiðsdegi, sum hevur stóran týdning fyri vinnu, ferðslu og samfelagið sum heild.

Hjá okkum fært tú eitt arbeiðspláss við sterkum felagsskapi, góðum samstarvi og høgari fakligheit. Vit leggja dent á trivnað, ábyrgd og menning, og arbeiða miðvíst fyri at tryggja ein professjonellan, tryggan og væl skipaðan rakstur.

Um starvið

Sum havnaumsjónarfólk verður tú partur av einari 24/7 vaktarskipan og hevur ein týðandi leiklut í at tryggja, at ferðslan innan havnamerkini er væl skipað og trygg. Tú hevur nógv samskifti við skip, reiðarí og viðskiftafólk annars. Harumframt virkar tú eisini sum loðsur.

Tínar uppgávur vera at

  • Vera partur av 24/7 vaktarskipanini
  • Tryggja, at ferðslan innan havnamerkini er væl skipað og trygg
  • Samskifta við skip, reiðarí og viðskiftafólk, sum nýta havnina
  • Virka sum loðsur og stuðla tryggum og professjonellum rakstri
  • Taka ábyrgd í einum ferðmiklum og fjølbroyttum gerandisdegi

Vit ímynda okkum, at tú

  • Hevur útbúgving sum skipsførari
  • Hevur minst 2 ára royndir sum skipsførari
  • Hevur ein greiðan vilja at veita góða tænastu
  • Hevur góð samskiftisevni í skrift og talu á føroyskum og enskum
  • Hevur góðar telduførleikar og arbeiðir álítandi, fyrikomandi og sjálvstøðugt

Vit bjóða tær

  • Eitt virkið og týdningarmikið starv, har eingin dagur er eins
  • Eitt arbeiðspláss við sterkum felagsskapi, góðum samstarvi og denti á trivnaði

Umsókn

Starv Fulltíðarstarv, í vaktarskipan, Tórshavnar havn, Eystara Bryggja

Setan Skjótast til ber

Løn Sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og KAF

Umsókn Umsókn, viðmæli, prógv v.m. skulu sendast til hanusm@torshavn.fo

Spurningar Hanus Mikkelsen tel. 28 56 99 – hanusm@torshavn.fo

Samrøður

Vit miða ímóti at halda samrøður 13 - 22 mai 2026

Lýsing er stovnað23. apríl 2026
Umsóknarfreist10. mai 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Miðal førleiki
Stað
Eystara Bryggja, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki