

Goymslufólk við ábyrgd fyri vørumóttøku til Borg á Glyvrum
Goymslufólk við ábyrgd fyri vørumóttøku til Borg á Glyvrum
Vilt tú hava eitt arbeiði, har tú ert mitt í hjartanum av virkseminum – har vørurnar koma inn, verða skipaðar og síðani sendar víðari til kundar og verkætlanir?
Borg leitar nú eftir einum dugnaligum goymslufólki til deildina á Glyvrum, sum fær ein týðandi leiklut í vøruflutningi og dagliga rakstrinum.
Um starvið
Sum goymslufólk hjá Borg fært tú ábyrgd av vørumóttøkuni og arbeiðinum á goymsluni. Tú verður ein lyklapersónur, sum tryggjar, at alt koyrir smidliga.
· Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
· Móttøku og eftirlit av vørum
· Skipan og goymslu av vørum
· Klárgering av bíleggingum
· At veita góða og jaliga tænastu til kundarnar
Hetta er eitt kropsliga virkið starv, har dagarnir eru ymiskir og ferðin ofta er høg.
Vit vænta av tær
· At tú ert ágrýtin og til reiðar at taka fat
· At tú trívist í einum umhvørvi, har nógv hendir
· At tú arbeiðir skipað og hevur gott yvirlit
· At tú ert álítandi, røkin og fyrikomandi
Um Borg
Borg er ein heildarveitari innan byggivinnuna og hevur eitt sterkt toymi av dugnaligum starvsfólkum. Á Glyvrum verður tú partur av einum arbeiðsplássi, har samstarv og trivnaður eru í hásæti.
Vit bjóða
· Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði
· Gott arbeiðsumhvørvi við sterkum toymi
· Møguleikar at menna teg í starvinum
Kundi tú hugsað tær at verið partur av einum arbeiðsplássi, har tú veruliga gert mun?
Umsókn
Send umsókn umvegis alfred ella á hr@borg.fo Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðaran, Kára Hansen, tlf. 237286 og teldupost kari@borg.fo Starvsbyrjan er skjótast gjørligt – men vit bíða fegin eftir rætta persóninum.
Føroyskt