
Atlanticpane
Atlanticpane hevur 50 ár á baki.
Til dagligt starvast 12 fólk á virkinum. Ávíkavist á kontórinum, rammuverkstaðinum, í handlinum, framleiðsluni og montørarbeiði.
Atlanticpane framleiðir ymiskar sergjørdar vørur innan glas, til føroyska marknaðin.

Fólk til skrivstovu/avgreiðslu
Starvið umfatar móttøku og avgreiðslu av bíleggingum umframt kundamóttøku og handilsavgreiðslu.
VIT VÆNTA AT TÚ:
- hevur kunnleika til skrivstovuarbeiði (tó ongin treyt)
- hevur kunnleika til teldu á brúkarastøði
- dugir at væl samskifta á føroyskum og donskum máli
- ert tænastusinnað/ur
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Vit hava eitt starv á 30 tímar og eitt á 20 tímar seinnapart
Løn eftir avtalu
Starvssetanin verður skjótast gjørligt.
Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Dan Jacobsen, stjóra
á telefon 739403 ella senda ein teldupost til dan@atlanticpane.fo
Lýsing er stovnað12. februar 2026
Umsóknarfreist6. mars 2026
Málslig krøv
FøroysktKravt
Stað
Kollafjørður, Føroyar
Starvsslag
Starvsgreinar
Starvsmerki
Líknandi størv (1)
