Faroe Ship
Faroe Ship
Faroe Ship

Business kontrollari

Faroe Ship er ein av stóru flutningsfyritøkunum í landinum við virksemi í Føroyum og altjóða. Sum business kontrollari fert tú at arbeiða tætt saman við fíggjarstjóranum, og tú fert at framleiða tilfar til deildarleiðarar og leiðsluna.

Eisini fert tú at arbeiða tætt saman við starvsfeløgum í Eimskip um allan heim.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Uppgávurnar vera millum aðrar at:

  • gera fíggjargreiningar av virkisøkjunum hjá Faroe Ship  
  • byggja og viðlíkahalda PowerBI rapportir
  • rapportera ESG hagtøl
  • framleiða marknaðarhagtøl
Krøv til útbúgving og førleikar

Tú hevur hóskandi útbúgving á bachelor ella kandidat stigi og viðkomandi starvsroyndir. Royndir við PowerBi er ein fyrimunur. Eisini vænta vit, at tú kennir Office-pakkan væl, og at tað fellur tær lætt at seta teg inn í KT skipanir.

Tú ert ikki bangin fyri at taka ábyrgd og leggur teg eftir at halda tíðarfreistir. Eisini vænta vit, at tú ert forvirkin, hevur analystisk evni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.   

Samskifti er ein týðandi partur av arbeiðnum, og tískil er umráðandi at duga væl at samskifta á føroyskum og enskum bæði munnliga og skriftliga.

Lýsing er stovnað7. januar 2026
Umsóknarfreist25. januar 2026
Málslig krøv
FøroysktFøroyskt
Kravt
Sera góður
EnsktEnskt
Kravt
Sera góður
Stað
Eystara Bryggja, Tórshavn 100, Føroyar
Starvsslag
Førleikar
PathCreated with Sketch.Arbeiði sjálvstøðugtPathCreated with Sketch.FramsøkinPathCreated with Sketch.NærlagniPathCreated with Sketch.Power BIPathCreated with Sketch.Stundisligur
Starvsgreinar
Starvsmerki